Lærutíðin gevur lærubræv, er tilsamans trý ár, og útbúgvingin hevur tvær sergreinir. Onnur sergreinin, »aling«, er á smoltstøðum og alistøðum og hin sergreinin, »fiskavirking«, fevnir um yrkisøkini: fiskavirki, góðskingarvirki og kryvjivirki.
Í sergreinini »aling« verður dentur lagdur á neyðuga vitan um tey ymsu fiskasløgini, og hvussu alifiskur fæst at trívast, innlit í fóðring, vitan um sjúkur og sjúkufyribyrging, stýringsskipanir innan aling og framleiðslugongdina frá rogni til tøkufisk. Í sergreinini »fiskavirking« verður dentur lagdur á rávøru og rávørustýring, ymiska virking av fiski, merking og goymslustýring, reinhald og reinføri, stýringsskipanir og tøknina á fiskavirkjum.
Eisini verður ásett, at fyrsta skúlaskeiðið er 40 samanhangandi vikur (støðisútbúging á yrkisskúla), og at upplæringin á læruplássinum skal byrja 12-24 vikur áðrenn fyrsta skúlaskeiðið.
Hetta merkir, at fiskavirkir og smolt-/alistøðir, sum ætla at taka lærling í læru í ár, skulu gera lærusáttmála við lærling í seinasta lagi um miðjan mai mánað.










