Nú hevur Sev sett tvær løðistøðir til elbilar upp afturat.
Talan er um snarløðistøðir og í Runavík er ein slík nú sett upp, og í næstum verða tvær løðistøðir settar upp afturat. Tær báðar vera á Flogvøllinum og verða bundnar í elnetið í næstum, sigur Sev.
SEV sigur, at hetta seinasta hálvtannað árið hava tey miðvíst arbeitt fyri at seta almennar snarløðistøðir upp kring landið, og nú eru tey við at vera komin runt.
Fyrsta skjótløðistøðin var sett upp í Klaksvík stutt fyri jól í 2015, og síðani eru løðistøðir settar upp við Streymin, á Tvøroyri, í Havn og í Vestmanna.
Og tá ið løðistøðirnar á flogvøllinum í Vágum eru settar til í næstum, er ein støð eftir at seta upp, eftir og hon verður sett upp í Sandoy.
Talan er um snarløðistøðir, sum løða elbilin upp á 80 prosent eftir 20 minuttum, og tað er munandi skjótari, enn við teimum eldru løðistøðunum.
Tá fyrsta snarløðistøðin var sett upp í Klaksvík, var í roynd og veru talan um eitt týðandi stig á grønu kósini, tí ikki fyrrenn tá kundu bilførarar fara úr Havn til Klaksvíkar við elbili og fáa bilin løddan har á eini almennari løðistøð til túrin aftur til Havnar, sigur Sev.