Nú ber til at bíleggja atgongumerki til EM endaspælið í 2000

Fótbóltur: EM-endaspælið í fótbólti verður komandi ár spælt í Hollandi og Belgia, men longu nú ber til at bíleggja atgongumerki til teir ymsu dystirnar gjøgnum internetið

EM-endaspælið í fótbólti verður komandi ár spælt í Hollandi og Belgia, men longu nú ber til at bíleggja atgongumerki til teir ymsu dystirnar gjøgnum internetið. Tað kann gerast á hesum síðunum:

www.euro2000.org

www.euro2000.nl

www.euro2000.be

Sum tey flestu fótbóltsáhugaðu ivaleyst minnast, endaði atgongumerkjasølan til HM-endaspælið í Fraklandi í 1998 í eini gølu, og fyrireikararnir av Euro 2000 hava lagt stóran dent á, at hetta ikki endurtekur seg hesaferð.

Annars er undankappingin komin nøkulunda í helvt. 106 dystir eru spældir í Europa, og bert tvey lið hava megnað at vunnið allar sínar dystir. Tey eru Svøríki í bólki 5 og Kekkia í bólki 9, har Føroyar eisini eru.

Seks onnur lond hava enn ikki tapt í undankappingini. Tey eru Frakland, Ukraina, Italia, Rumenia, Jugoslavia (hevur bert spælt tveir dystir) og Ísland, sum hevur fingið sera góð úrslit móti eitt nú Fraklandi og Russlandi.

Mest óvæntaða úrslitið higartil man vera 3-2 sigurin hjá Kypros á Spania, sum í Raul eigur ein tann raskasta málskjúttan (sjey mál í tveimum dystum í vár!).

Næsti dystur hjá Føroyum verður 5. juni á Svangaskarði móti Skotlandi.

EM-endaspælið byrjar 10. juni og endar 2. juli. 16 lið skulu við í endaspælið, har av Holland og Belgia eru sjálvskrivað, tí hesi bæði londini í felag skipa fyri kappingini ? nakað sum ongantíð er roynt áður.