Nú ber skjótt til at løða elbilar í Suðuroy

Sev fer nú at seta eina løðistøð upp á Tvøroyri

Nú fer skjótt eisini at bera til at løða elbilar í Suðuroy - altso á alfaravegi. Sev hevur nevniliga søkt býráðið á Tvøroyri um loyvi til at seta eina løðistøð til bilar upp á Tvøroyri.

 

Og á býráðsfundi í gjárkvøldið varð samtykt at geva Sev loyvi til tað. Løðistøðin verður sett upp mitt í býnum, á parkeringsplássinum vestanfyri bygningin, har Strandferðslan húsast.

 

Sev hevur upplýst, at tað er høgligast at seta løðistøðina har, tí elveiting er beint við, og sostatt slepst undan nógvari graving til káplar.

 

Í fyrstu syftu hevur Sev havt ætlanir um at seta sjey løðistøðir upp, eina í hvørjum øki, og ætlanin er, at tað arbeiðið skal verða liðugt í ár.

Men Hákun Djurhuus, stjóri í Sev, sigur, at fyrireikingarnar taka sína tíð, av tí at ymisk loyvi skulu fyriliggja. So fyribils er bara løðistøð sett upp í Klaksvík, og nú verður tann næsta sett upp á Tvøroyri. Annars skal løðistøð setast upp í Havn, á flogvøllinum, í Runavík, við Streymin og í Sandoy.