Tað hevur leingi verið ein óvani hjá nógvum at koyrt yvir gongubreytina millum Bøgøtu og Skálatrøð fyri at sleppa skjótari út og inn á stóra parkeringsøkið. Tað er ein lítil snarvegur, men tað er hóast alt ikki meiningin, at bilar skulu koyra á gongubreytini. Nú hevur Tórshavnar kommuna sett eina forðing upp, so tað ikki longur ber til at koyra hendan vegin fyri at spara sær ein lítlan minutt