Terminalarnir hjá P/F Ítróttarvedding, sum hava verið í ólagi, rigga nú aftur, og føroyingar kunnu aftur spæla við um milliónirnar í Lotto Terminalarnir hjá P/F Ítróttarvedding, sum verða brúktir til Lotto, Vedding, Odds og onnur eydnuspøl rigga nú aftur.
Terminalarnir hava verið óvirknir síðani ársskiftið, men nú koyra teir aftur, og fólk kunnu aftur fara í handlar, kioskir og bensinstøðir og taka lut í ymisku dráttunum hja P/F Ítróttarvedding, sum er í samstarvi við Danske Spil.