Nú ber aftur til at koma við Norðlýsinum út í Stóru Dímun

Tíðindaskriv: Nú ber aftur til at koma út í Stóru Dímun við Norðlýsinum. Norðlýsið skipar fyri túrinum saman við bóndahjúnunum úti á Stóru Dímun.

Hóast tað hevur gingið væl hjá Norðlýsinum í summar, so hevur tað ikki viðrað serliga væl at gera túrar út í Stóru Dímun, men nú hósdagin sær út til at viðrað við streymi samstundis sum veðurforsøgnin er góð. Norðlýsið skipar fyri túrinum saman við bóndahjúnunum úti á Stóru Dímun.

Møguleikarnir at vitja heimsins minstu búsettu oyggj, Stóru Dímun eru avmarkaðir. Mong droyma um henda møguleiki men fara av hesi verð uttan at hava sett fótin á hesi forkunnugu føroysku oyggj. Nú ber tó til, at gera dreym til veruleika.

Norðlýsið ger útferð út í Stóru Dímun hósdagin 22 juli. Talan er um heildagstúr, sum byrjar kl. 9 um morgunin og endar umleið kl. 20 á kvøldið.

Veðurforsøgnin er góð og streymurin lítil, so útlit eru til eina góða og spennandi uppliving.

Siglt verður úr Vágsbotni kl. 9 á morgni. Siglitúrurin tekur um 3 tímar hvønn vegin. Farið verður upp á oynna við bóndanum sum ferðaleiðara. Steðgað verður í 4 tímar á oynni har bóndahjúnini vísa runt og bjóða ein drekkamunn. Á veg norðuraftur borðreiðir Birgir við fiskasúpan.

Boðast kann frá luttøku við at ringja til Birgir Enni.