Tá ið eldur kom í Athenu, mælti Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá at fiska á Skálafjørðinum.
Men tað tilmælið er nú afturtikið, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan á heimasíðu síni.
Orsøkin til tilmælið var, at óvissu var um, hvørji heilskuskaðilig evni lóku út úr Athenu.
Men síðani vórðu sýni tikin av kræklingi í fjøruni á Skála, við Prestá, á Skipanesi og á Langanesi og somuleiðis vórðu sýni tikin á Kaldbaksfirði fyri at hava nakað at samanbera við.
Kræklingarnir vóru kannaðir fyri nógv ymisk evni, sum kunnu hava uppruna úr olju, brenning, máling, bjálving í eltólum og øðrum.
Úrslitini vístu at ov nógv blýggj var í kræklingunum á Langanesi. Talan var um dálking, sum var omanfyri markvirðið fyri krækling til matna.
Tá ið úrslitini av kræklingi vóru tøk, varð avgjørt at kanna fisk, sum varð fiskaður á Skálafjørðinum og í hesum sambandi vórðu sýni tikin av toski og hummara.
Úrslitini vísa, at nú er dálkingin at væl undir markinum fyri, hvussu nógv blýggj og kyksilvur kunnu vera í.
Av tí sama verður tilmælið um ikki at fiska á Skálafjøðinum tikið av, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.