Í annaðkvøld hevur Tórshavnar Býráð sín seinasta býráðsfund áðrenn summarfrítíðina, og millum málini á skrá, verður byggisamtykt fyri Hest. Samtyktin skal lata upp fyri møguleikanum at byggja sethús ella summarhús í Hesti aftur.
Kommunan hevur víst umsóknum um keyp av grundstykkjum í Hesti aftur, av tí at eingin byggisamtykt hevur verið í Hesti, og tískil hevur ikki borið til at avgreiða byggi- og matrikkulmál á oynni.
Byggisamtyktin hevur verið til hoyringar við viðmerkingum frá Hest- og Koltursnevndini og komið er nú har til, at tekniski stjórin og leiðarin á byggi- og býarskipanardeildini mæla býráðnum til at góðkenna nýggja uppskotið til byggisamtykt fyri Hest, sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu.
Við byggisamtyktini, sum fyriliggur, koma tvey nýggj øki at vera skipað – eitt bústaðarøki og eitt summarhúsøki. Nýggja bústaðarøkið er staðsett eitt sindur norðanfyri bygdina, ímillum verandi sethús og kirkjugarðin og beint sunnanfyri bygdina er eitt grundøki, 3300 m2 til støddar, ið Tórshavnar kommuna eigur.











