Nú bíði eg bara eftir ljósareyða trýkantinum!

Beinta Løwe Jacobsen
journalistur

Enn einaferð verða vit samkynd forfylgd av umboðum fyri tær almennu Føroyar. Haldi tað er ótrúligt, at tað eru fólkavald, ið ganga á odda at forfylgja samfelagsbólkum í einum demokratiskum samfelagi. Trúi bara at hetta var galdandi í londum uttan demokrati, men kanska eru føroyskir politikarar ikki petti betur enn Saddam Hussein, Pinoché, Pol Pot, Idi Amin, Stalin o.s.fr.
Umframt jødar og onnur vórðu eisini samkynd forfylgd av Hitler undir Seinna Heimsbardaga. Samkynd vórdu eyðmerkt við einum ljósareyðum tríkanti, og nú siti eg bara og bíði eftir at fáa boð úr Innlendismálaráðnum um, at eg skal møta upp úti í Tinganesi at fáa ein ljósareyðan tríkant tatoveraðan á pannuna, tí eg eri samkynd. Krevst ein løgtingssamtykt til at fáa hetta ígjøgnum, vænti eg ikki, at tað verður nakar trupulleiki, tí tað tykist ikki sum um at nakar av løgtingslimunum hevur hug ella dirvi at tala at tí partinum av almennu Føroyum, ið forfylgja okkum samkyndum.