Tað hevur gingist júst soleiðis, sum kendi Víkinga-fjepparin, Rúni Klein Joensen hevur spátt. Víkingur fór at eta seg inn á tryggu leiðsluna hjá KÍ, og nú standa teir ljósabláu klárir sambært Rúna Klein Joensen at fara framum KÍ, tá liðini møtast í Sarpugerði í Norðragøtu í komandi umfari.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fjepparaprátið, sum var við Rúna Klein Joensen í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 fyrr í kvøld, har Rúni Klein Joensen fyrst tekur samanum 1-0 sigurin hjá Víkingi ímóti HB, og síðani lítur fram til ársins dyst í effodeildini, sum verður komandi sunnudag í Sarpugerði í Norðragøtu.
Rúni Klein Joensen er ikki í iva um, at tað verður áskoðaramet í Sarpugerði í Norðragøtu, og klaksvíkingar skulu verða vælkomnir til dyst í Gøtu, um teir so koma við Smyrli, sum hann ivast í, at teir tora, ella teir ganga, svimja ella koyra til dystin.