Nú bíða tey í spenningi

Tórshavnar Kommuna kann fáa eina eykarokning upp á nógvar milliónir

Føra sáttmálasamráðingarnar, sum eru í hesum døgum, til stórar lønarhækkingar, fær Tórshavnar Kommuna eina eykarokning upp á nógvar milliónir.

 

Í Tórshavnar Býráði halda tey ondini og bíða í spenningi til lønarsamráðingarnar, sum nú eru ímillum Fíggjarmálaráðið og fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum eru lidnar.

 

Og á býráðsfundi í gjárkvøldið fyrireikaði Annika Olsen, borgarstjóri, eisini býráðið upp á, at tað kann verða neyðugt at kalla býráðið saman til eykafund, verður úrslitið av samráðingnum, at lønirnar hækka nógv.

 

Í fíggjarlógini fyri næsta ár hava tey lagt eitt sindur upp fyri, at lønirnar fara at hækka. Tískil hava tey roknað við, at lønirnar fara at hækka tvey prosent, og tí hava tey sett 7,5 milliónir av á fíggjarlógini til endamálið.

 

Men tey eru longu greið yvir, at tað fer ikki at halda, tí Starvsmannafelagið fekk eina lønarhækking upp á 2,3 prosent frá 1. oktober í ár, og 1. oktober næstar ár, hækkar lønin 2,5 prosent afturat.

 

Annika Olsen sigur, at tá ið tey ásettu, hvussu nógv skuldi leggjast upp fyri til lønarhækkingar, miðaðu tey seg eftir lønarhækkingini, Starvsmannafelagið fekk. Og tað hava tey helst gjørt, tí sáttmálin við Starvsmannafelagið er tann fyrsti sáttmálin, sum er gjørdur, og so plagdi restin av sáttmálunum bara vera at kalla avgreiðsluspurningar, tí lønarhækkingarnar vera ikki øðrvísi enn tað.

 

 

Men í ár er støðan øðrvísi, og tað, sum serliga fær tey í býráðnum í Havn at hugsa seg um, er at nú hava súkrarøktarfrøðingarnir fingið eina lønarhækking, sum er nógv hægri enn tað. Samstundis hava Pedagogarnir boða frá, at eisini tey krevja eina munandi lønarhækking.

 

Lønarhækkingar fáa vit einki gjørt við, men hækka lønirnar líka nógv, sum ábendingar nú kunnu vera um, verður talan um eina eykaútreiðslu til Tórshavnar Kommunu upp á nógvar milliónir, staðfesti borgarstjórin.

 

Samstundis eru uppskot til viðgerðar í Løgtinginum, sum eisini kunnu kosta kommununi nógvar milliónir. Eitt nú er eitt uppskot til viðgerar um at gera grundarupphæddina í fyritíðarpensjónunum skattafríar, og tað verður ein dýr søga fyri Tórshavnar Kommunu, verður tað samtykt.

 

Tí bað borgarstjórin býráðslimir vera til reiðar at møta á fundi aftur, tekur støðan eina vend, sum krevur tað, tí frammanundan er tað ómøguligt at meta um, hvat úrslitið verður.