Nú bíða tær bara

HM/EM landsliði: Seinasta venjingin Kollafirði í dag

Føroyska kvinnulandsliðið hevur í dag seinastu venjing í Kollafirði, sum hevur verið fastur venjingarstaður hjá liðnum í fyrireikingunum til HM/EM kappingina.

 

Liðið er nú fullmannað, eftir at seinastu leikararnir komu til landið í gjár. Tað er serliga móttøkuvenjing og servitrýst, sum liðið venur í løtuni, upplýsa venjararnir Jóhan Petur á Stongum og Kristian Mikkelsen.

 

Í morgin flytir liðið á Hotel Føroyar, eins og Kýpros, Liktinstein og Írland, sum koma við Atlantic Airways í morgin.

 

Á myndini eru teir fýra leikararnir, sum eru úr Fleyr:

 

Navn:            Hædd            Aldur            Leikapláss            Landsdystir

Anja Sonnadóttir Danielsen            181            23            Áleypari            34

Súsanna Ludvig            183            19            Miðblokkur            0

Anna Sára Leifsdóttir Skaalum            172            24            Áleypari            0

Eyð Guðrunsdóttir Magnussen            175            24            Libero            11

 

Sum tað framgongur hava Anna Sára Leifsdóttir Skaalum og Súsanna Ludvík sína fyrstu A-landsdystir fyri framman, meðan Anja Sonnadóttir Danilesen skal spæla sín landsdyst nr. 35 mánadagin ímóti Írlands kl. 20,00 í Høllini á Hálsi. Eyð Guðrunsottir Magnussen hevur fyrr leikt í Fleyr, men spælir í løtuni í donsku landskappingini, og tryggjaður tær sær í ár uppflyting til bestu deildina. Hon skal spæla sín landsdyst nr. 12 mánadagin.