Skúladepil og røktarheim
Nú bíða øll eftir, hvat vágbingar siga.
Men tað fáa vit at vita í næstu viku, tí tá fer Vágs Býráð at viðgera ætlanina hjá landsstýrinum um at byggja skúladepil í Hovi og at byggja røktarheim í Vági.
Upprunaliga hevur ætlanin verið at byggja miðnámsskúla í Vági og heilsuskúla á Tvøroyri. Men fyri at gera bæði bygging og rakstur bíligari, hevur landsstýrið heldur skotið upp at byggja ein skúladepilí Hovi við bæði miðnámsskúla og heilsuskúla.
Fyri at grundstykkið, sum er grivið út fyri miðnámsskúlanum í Vági, ikki skal fara fyri skeyti, skjýtur landsstýrið upp at byggja røktarheim á tí ístaðin fyri.
Ein slík ætlan vildi bæði skapt nógv arbeiðið í byggivinnnuni í Suðuroy eins og tað kundi skapt varandi, almenn arbeiðspláss í Vági, heldur landsstýrið.
Samstundis kundi tað bøtt munandi upp á stóra tørvin á røktarheimsplássum í Suðuroy,
Landsstýrið hevur biðið kommurnar svara í hesum mánaðinum um tær taka undir við tankanum í ætlanini, so at landsstýrið kann vita um hetta er nakað at arbeiða víðari við.
Taka kommunurnar undir við tankanum í ætlanini, er landsstýrið sinnað at fara suður í næsta mánaði at greiða nærri frá ætlanini, áðrenn endalig støða verður tikin.
Seks av sjey hava svarað
Nú hava so seks av teimum sjey kommununum í Suðuroy viðgjørt ætlanina og hava, ella fara, at svara landsstýrinum.
Tær eru Fámjins-, Tvøroyrar-, Fámjins-, Hovs-, Porkeris- og Sumbiar kommuna.
Og fyribils bendir alt á, at hetta er nakað, sum landsstýrið kann arbeiða víðari við, tí allar tær seks kommunurnar eru sinnaðar viðgera ætlanina nærri saman við landsstýrinum.
Men tær eru eisini allar samdar um, at tær mugu fáa nógv meiri at vita frá landsstýrinum um ætlanina, áðrenn tær kunnu taka endaliga støðu.
Tí bíða tær allar eftir at landsstýrið skal koma suður í næsta mánaði at greiða nærri frá ætlanini.
Nú verður so bara bíðað eftir at vita, hvørja støðu, vágbingar hava.
Undanfarna býráðið hevði eina ógvuliga avgjørda støðu og tað var, at miðnámsskúlin skuldi undir ongum umstøðum flytast úr Vági.
Spurningurin er so um tað nývalda býráðið hevur eina bleytari støðu til málið.
Men tað fáa altso at vita í næstu viku, tá ið nývalda býráðið í Vági fer at viðgerða málið.