Nú avlýsir Atlantsflog eisini flogfør í kvøld fyri veður

Nú hann sigur frá ringum veðrið, hevur eisini Atlantsflog gjørt av at avlýsa onkrar flogferðir til Føroya í kvøld. Sum vit skrivðu fyrr í dag, verða Teistin og Smyril lagdur seinnapartin, og nú boðar eisini Atlantsflog frá, at flogferðir verða avlýstar í kvøld.

 

Hann verður sunnan í ættini og tað er ring ættt í Vágum og tí eru flogførini í kvøld, avlýst. Talan er um flogfarið, ið skuldi koma úr Keypmannahavn klokkan 19.55, sum er avlýst, og tað er flogfarið, sum skuldi koma úr Billund eina løtu seinni, klokkan 21.10, eisini.