Nóa, Robocop og Captain America

Eitt nýtt ár við nýggjum stórfilmum – og endurtøkum – úr Hollywood

Heldur ikki í 2014 slepst undan stóru filmsrøðunum, sum forvinna nógvar pengar, og endurinnspælingar av gomlum filmum.
Í ár kemur nyggjur Tranformers filmur, ein partur afturat um Planet of the Apes er ávegis, og eisini sleppa fólk at síggja meira til Captain America, Jack Ryan, X-Men, Hobittin, Spider-Man, Paranormal Activity, 22 Jump Street, 300 og Night at the Museum.
Harafturat verða eisini endurinnspælingar gjørdar av eitt nú RoboCop, Godzilla, Annie og Pinocchio.
Og so eru tað allir hinir stórfilmarnir, sum eru á veg. Í ár skal Tom Cruise stríðast við rúmdarverur í filminum Edge of Tomorrow. Ein filmatisering av bíbliusøguni um Nóa verður gjørd. George Clooney og Matt Damon eru við í filmi, har nakrir hermenn undir seinna heimsbardaga skulu bjarga listarverkum frá nazi-tjóvum. Og Arnold Schwarzenegger verður aftur á hvíta tjaldinum í filmi um stríð ímóti rúsevnum.
Ein tann fyrsti stóri filmurin, ið verður frumsýndur í nýggja árinum, er The Wolf of Wall Street, sum Martin Scorsese hevur leikstjórnað, og har Leonardo DiCaprio hevur høvðusleiklutin sum børsmeklarin Jordan Belfort.