Veðurlagspolitikkur Føroya, sum varð einmælt samtyktur av løgtinginum í 2009, sigur, at Føroyar skulu skerja útlátið av vakstrarhúsgassi við í minsta lagi 20 % í 2020 í mun til útlátið í 2005. Vit hava gjørt støðuna upp.
Samlaða útlátið – mál: 20% minking
Nógv restar í fyrr enn Føroyar kunnu náa málinum um at minka útlátið av vakstrarhúsgassi 20 % innan 2020.
Í roynd og veru er tað einans upphiting av húsarhaldum og elframleiðslan hjá SEV sum gongur rættan vegin. Fyri hesar bólkar eru eisini góðar orsøkir til at halda, at góða gongdin heldur fram, ella í øllum føri ikki fer at versna munandi aftur.
Útlátið frá hinum útlátsbólkunum, serliga fiskiskipum, men eisini akførum, brennistøðum og ídnaði, fylgja búskaparligu gongdini í samfelagnum: útláti veksur í góðum tíðum og minkar tá tíðirnar versna. Tað sæst aftur í útlátstølunum, at tíðirnar júst nú eru góðar.
Húsarhald – mál: 50% minking
Veðrið hevur stóran týdning fyri, hvussu stórt útlátið frá húsarhaldum er. Er tað kalt í veðrinum, sum tað var í 2010 og 2015, sæst munandi vøkstur í útlátinum. Tí kann sigast, at útlátið av vakstrarhúsgassi, sum stavar frá upphiting av bygningum, sum heild er fallandi. Orsøkirnar til hetta eru bjálving, økt tal av hitapumpum og skifti til effektivari oljufýr.
Við støði í útlátinum í seinnu árini, restar ein 30-35 % minking í at náa 50 % málinum, og við núverandi gongd, náa vit ikki málinum.
SEV
Í 2014 og í 2015 gekk rættan veg, tí hesi árini komu ávikavist 51 og 60 % av orkuni frá varandi orkukeldum. Sostatt resta nú einans 15 % í at fáa 75 % av elframleiðsluni at stava frá varandi orkukeldum.
Veðurlagspolitikkurin hevur eisini mál fyri útlát frá akførum og umrøður eisini fiskiskip. Les meira í nýggju støðufrágreiðingi um Veðurlagspolitikk Føroya.









