Sparingarnar hava rakt Akstovuna, og nú eru ikki fleiri enn tríggir sýnsmenn á stovninum.
- Eg vil tó ikki siga, at vit eru illa fyri. Vit eru tríggjar dagar um vikuna í Klaksvík, fýra dagar um vikuna í Eysturoynni og tveir dagar um vikuna í Suðuroynni, so vit røkja øll økir í landinum, sigur Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni.
Hann sigur, at tað sjálvadi hevði veirð ynskiligt við fleiri fólkum.
- Men tað hevur gingið higartil. At vit eru færri nú ger so sjálvandi tað, at longri gongur ímillum, at bilarnir verða sýnaðir, men eg haldi ikki, at tað gongur út yvir trygdina, sigur Jákup Jacobsen.
Bilarnir skulu til sýn tá teir eru fýra ára gamlir, og síðani annaðhvørt ár til teir eru tíggju ára gamlir. Tá teir fara upp um tey tíggju árini kunnu teir krevjast til sýn hvørt ár.
- Men við tí orku, vit hava, ganga meiri enn ásettu tvey árini ímillum, at bilarnir fáa boð um sýn, sigur Jákup Jacobsen.
Hann sigur, at bilasølan hevur geirð minkandi seinastu árini og tað hevur ført við sær, at meðalaldurin á persónbilum er farin nakað upp.
- Meðalaldurin nú er 8,1 ár, og tað er júst eitt ár meira, enn tá hann var lægstur fyri nøkrum árum síðani, sigur Jákup Jacobsen.
Hóast teir hava verið fyri sparingum sum merktu, at Akstovan í fjør mátti siga millum øðrum einum sýnsmanni úr starvi, metir stjórin kortini, at stovnurin megnar at røkja uppgávuna á ein nøktandi hátt.
- Tað hevði sum nevnt verið ynskiligt við fleiri starvsfólkum, men sum øll onnur mugu eisini vit taka lut í sparingunum. Og eg meti ikki, at tað gongur út yvir trygdina, sigur Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni.