Nú 156 lesandi uttan fyri Norðurlond

Talið á teimum, sum velja at fáa sær útbúgving aðrastaðni enn í Norðurlondum, veksur støðugt Talið á lesandi í ÚSUN skipanini veksur enn. Nú eru 156, sum lesa uttanfyri Norðurlond. Talið á lesandi í ÚSUN skipanini eru meiri enn tvífaldað seinastu 5 árini. Tað skrivar Altjóða Skrivstovan á heimasíðu síni.

Nýggj tøl frá stuðulsstovninum vísa, at talið á lesandi uttanfyri Norðurlond enn veksur. Frá november 2006 til í ár er talið vaksið úr 145 til 156. Til samanberingar var talið í 2003 71 lesandi, so talið er meiri enn tvífaldað seinastu 5 árini. Men tølini vísa eisini, at stóri vøksturin, sum verið hevur seinastu árini, nú tykjast at vera steðgaður nakað.

Tað eru enn tey ensktmæltu londini, sum liggja ovast við meiri enn 90% av teimum lesandi. Best umtóktu lestrarlondini eru enn Ongland og Skotland. Nú eru 13 lond við á listanum, tað er eitt meiri enn í fjør, landið sum er komið afturat er Slovakia.

Ongland 73

Skotland 55

USA 11

Avstralia 5

Spania 3

Póland 2

Írland 1

Kanada 1

Ný Sæland 1

Frankaríki 1

Italia 1

Sveis 1

Slovakia 1