Myturnar í nýggjum hami

Saman við forløgum um allan heim er danska forlagið Tiderne Skifter við í eini stórari verkætlan, har altjóða rithøvundar ný- ella endurskriva mest kendu myturnar í søguni.
Í ár kemur kanadiska Margaret Atwood við Penelopiaden, sum snýr seg um Penelope og Odysseus, russiski Viktor Pelevin gevur út skaldsøguna Skrækhjelmen um Theseus og Minotaurus, meðan Karen Armstrong úr USA innleiðir evnisrøðina við bókini Mytens Historie.
Røðin um heimskendu myturnar heldur fram komandi ár við fleiri útgávum.