Sum flestu av hinum røðarnum í Miðlahúsinum mánakvøldið ásannaði Rigmor Dam, at happing er eitt vítt hugtak. Ofta er ringt at vita, hvar markið millum arging og happing gongur, ella í hvønn mun happing er at meta sum ein verulig konflikt ella ikki. Í hesum marknalandinum hava myturnar lyndi til at stórtrívast, og okkurt bendir á, at myturnar um happing eru serliga seiglívaðar.
Avlívaði myturnar
Ì fyrilestrinum vísti Rigmor til ástøðið hjá Dan Ulveus, har tær mest vanligu myturnar um happing verða settar upp móti fakta á ein hátt, so sjálvt teir mest seiglívaðu sannleikarnir um happing verða avlívaðir. Sambært Ulveus er tað til dømis onki sum bendir á, at ein happari er ein, sum hevur so lágt sjálvsvirði, at hann mest sum er noyddur at happa onnur. Oftast vísir tað seg, at happarin hevur stórt sjálvsálit, als ikki megnar at liva seg inn í kenslurnar hjá øðrum og beinleiðis trívist væl við harðskapi.
Ein onnur vanlig myta er, at Offrið sjálvt hevur skyldina. Og Rigmor sjálv ásannaði, at í summum førum hava børn ein slíkan atburð, at tú tekur teg í at skilja, hví tey verða happað og hildin uttanfyri. Í hesum førum er tað mest sannlíkt, at tað er happingin sjálv, sum er orsøkin til, at barnið er vorðið ótolandi fyri hini børnini. Um eitt barn áhaldandi fær at at vita, at tað er býtt og drøjt, er tað ikki so løgið, um tað fer at uppføra seg í tráð við negativu væntaninar.
Ábyrgdin skúgvað til viks
Rigmor vísti á, at við hesum eins og við mytum sum, at Soleiðis eru børn ella Hatta man fara at ganga yvir, er tað mest sum undirforstaðið, at slíkt skulu tey vaksnu ikki blanda seg uppí. Gamaní eru tað støður, har børn klandrast ella arga hvønn annan, uttan at talan nýtist at vera um happing. Men um barnið áhaldandi er fyri ágangi og útihýsan er ikki talan um arging ella klandur longur, men um sálarliga niðurbrótandi happing.
Álvarsliga avleiðingin av, at myturnar fáa loyvi at standa ósvaraðar, er, at ongin vil kennist við ábyrgdina fyri at gera nakað við trupulleikan. Og júst hetta kann verða freistandi hjá einum lærara, sum frammanundan kennir tað svárt at viðurkenna, at happing veruliga er ein trupulleiki í flokkinum, hjá einum vónbrotnum foreldri ella einum skúlamynduleika, sum velur at raðfesta øðrvísi.
Tora vit hinvegin at taka neyðuga stigið og hyggja afturum myturnar, er tað ikki longur ein spurningur, um vit skulu blanda okkum ella ikki. Tá er tað okkara skylda sum vaksin at gera tað. Og ikki minst hjá evsta skúlamynduleikanum at krevja at happing á ongan hátt verður góðtikin, segði Rigmor Dam.