Myrkur tónleikur darvaður av ljósi

Mest alternativi bólkurin á skránni í ár, var óivað Orka. Frammanfyri einum hálvfullum Flagstjaldi dukaðu og bukaðu teir seg ígjøgnum eina flotta framførslu, sum tó var darvað av, at høvuðsljósið í tjaldinum ikki var sløkt

Ongantíð áður hava teir framført á Summarfestivalinum, og tí var spennandi at síggja hvussu hetta fór at rigga. Við teim eyðkendu heimagjørdu ljóðførunum trinu teir seks úr Orka á Flagspallin kl. 02:30 leygarmorgunin. Og so setti Orka ferð á maskinuna við tí sermerkta, tunga, myrka og markanta tónleikinum. Sum altíð, so stendur tú sum kánus tá tú sær Orka framføra. “Ber hetta til?” er spurningur sum ongantíð er fjarur. Hvussu kunnu hesir menninir fáa so fantastiskan klang og harmoni burturúr slíparum, pelum, tunnum og so framvegis? Men tá ið teir seks saman duka á amboðini, so fært tú eitt heilt einastandandi hart ljóð, sum ikki letur seg avnoktað. Hetta er tónlistarligur kreativitetur á serstakliga høgum støði.
Bólkurin framførdi einamest løg frá feskastu útgávuni, “Óró”. Tó var áhoyrarafagnaðurin størstur, tá ið Orka framførdi bombastiska hittið “Fjøllini standa úti”. Tónleikurin hjá Orka er til tíðir torskildur, á tann hátt, at tú sum áhoyrari má hava allar kanalir víð opnar, fyri at fata teir mongu byggikubbarnar í tónleikinum. Nógvu byggikubbarnir megna saman at menna eitt stórt og hart úttrykk, sum brestur út gjøgnum hátalararnar sum eitt vakurt lag.
Bólkurin er sanniliga eisini áhugaverdur at hyggja at. Serliga teir báðir aftastu í rútmubólkinum, Uni Árting og Høgni Lisberg, eru ein fragd at síggja. Teirra energiska slagverk er á at líta sum ein synkronur dansur. Teir sveiggja við stórum rørslum, og hesin sjónligi parturin av framførsluni er serstakliga gevandi fyri samlaða upplivilsi av tónleikinum. Ólavur Jákupsson, sum í hesum døgum er sangari í bólkinum, er eisini mentur heilt nógv sum oddamaður. Hann tykist vera djúpt inni í tónleikinum, men hevur somuleiðis orku til at samskifta við áhoyrararnar, at hjálpa okkum við á hesi tónlistarligu ferð.

Oyðandi ljósið
Men tað sum tíverri stjól alt ov nógv av framførsluni, var at ljósið í tjaldinum ikki varð sløkt undir framførsluni. Tá ið ljósið er tendrað, gerst pallurin koll svartur, og tú hevði ilt við at síggja hvat ið gekk fyri seg á pallinum. Lampurnar, sum skulu upplýsa pallin, eru gjørdar til at upplýsa ein pall í myrkri, men tá ið ljósið er tendrað í hølunum eru lampurnar púra ineffektivar. Stór spell, tí framførslan var serstakliga góð, men hon var darvað av, at vit ikki sóu nóg væl.
Samanumtikið vóru vit vitni til eitt brak av einari tónlistarligari framførslu, sum var avmarkað, tí at onkur ikki hevur røkt sína skyldu. Hetta stjól tíverri alt ov nógv av hesi góðu framførslu.

CITAT:
Samanumtikið vóru vit vitni til eitt brak av einari tónlistarligari framførslu, sum var avmarkað, tí at onkur ikki hevur røkt sína skyldu

Myndatekstur:
vussu kunnu hesir menninir fáa so fantastiskan klang og harmoni burturúr slíparum, pelum, tunnum og so framvegis?
Mynd: Álvur Haraldsen