Tónleikurin hjá Gestir er rættiliga torførur at lýsa. Talan er um eitt slag av rokki, sum er sprotin úr tí føroyska. Tónleikurin og tekstirnir eru rættiliga huldukendir, og um tú letur paradurnar falla, verður tú drigin í ein myrkan gandaheim, sum er á tremur við fremmandum vandum.
Tað er tó ikki løg, sum tú minnist, tá ið tey eru liðug. Har eru ongi fangandi niðurløg o.s.fr. Talan er um meiri kenslubornan, skeivan tónleik, sum situr eftir í kroppinum aftaná framførsluna.
Sum tað seinasta lagið, spældu teir lagið Døgg, sum mong munnu minnast frá prixnum 2003.
Sjálvur haldi eg, at Gestir áttu at roynt at komi longur út um pallkantin. Tað tykist sum um, at teir onkuntíð forsøma áskoðaran. Teir spæla mestsum fyri sær sjálvum, og geva sær ikki stórvegis far um okkum sum lýða á. Tað er líka millum løgini, at sangarin greiður frá, hvussu løgini eita o.s.fr. Tað hevði verið gleðiligt fyri okkum, um teir góvu okkum okkurt meir at hyggja at; meir enn blundandi eygu.
Samanumtikið: ein góð konsert, við einum spennandi bólki.
Vit á Planet ynskja Gestir hjartaliga tillukku við nýggju fløguni.










