Frá umleið frá 1999 til 2007 starvaðist Óluva Johannesen í New York, Milano, London, Bruxelles, íslandi og Danmark. Hon var bert 16 ár, tá hon var við í eini modellkapping í New York. Hon kappaðist við 500 aðrar ungar kvinnur í bólkinum fyri tær, sum vóru 177 cm høgar og hægri. Eftir at hava klárað seg serstakliga væl, fekk hon sáttmála við eitt modellbureau í New York.
Frá degi til dags skifti tá 16 ára gamla Óluva adressuna í Havn út við Stóra Súrepli.
Øvundsjúka
Óluva greiðir frá, at áðrenn hon yvirhøvur byrjaði sum modell, fekk hon innlit í myrku síðurnar av modellheiminum.
- Eftir kappingina skuldu vit tosa við eini 100 umboð fyri ymisk modellbureau. Vit vóru býtt í bólkar, 5 í hvørjum, og eg kláraði meg sera væl og fekk heili 35 call-backs frá modellbureaum, ið vóru áhugað í at skriva kontrakt við meg.
- Men tað fall ikki í góða jørð hjá hinum fýra, ið eg fylgdist við. Ein dagin, tá eg gekk einsamøll eftir gongini, komu nógvar gentur stormandi og trongdu meg inn í ein krók. Tær løgdu eftir mær, tóku kvalaratak um hálsin á mær og hóttu við at drepa meg. Tær søgdu, at tað var mín skyld, at tað hevði gingið illa hjá teimum.
Lukkutíð kom ein vaktur júst tá, og fekk hjálpt Óluvu burtur frá øvundsjúku kappingarneytunum.
- Eg lærdi tí beinanvegin, at tað er øvundsjúkan, sum ræður. Hinar vilja fram fyri ein og hvønn prís, og um tú hevur betri møguleika enn tær, so royna tær at fáa teg av vegnum á onkran hátt. Tað er eitt sera strævið sálarligt spæl, har tað snýr seg um at fáa hinar niður við nakkanum, greiðir Óluva frá.
Ikki serliga glamourøst
Óluva heldur, at hóast tað kann tykjast so, er modelllívið alt annað enn glamorøst.
- Tað virkar kanska soleiðis í fyrstuni, men so eftir nøkrum vikum verður tú slept upp á fjall, og so mást tú bara klára teg sjálva. Tú skalt tola nógvan kritikk, tí óansæð hvat tú gert, so verður tað altíð onkur sum fer at siga tær, at tað ikki er nóg gott.
Óluva greiðir frá, at hon einaferð fekk boð um, at hon mátti venja fyri at fáa hvølpafitið burtur. Men tá hon so kom aftur, fekk hon at vita, at hon nú fyri Guds skyld ikki mátti venja, tí so kundi hon ikki nýtast longur sum modell longur.
- Tú skal vera jørðbundin, finna teg í nógvum, og hava ótrúliga gott tol. Tað er leingi at bíða allastaðni, tú skalt tíðliga upp og ikki síggja nývaknað út, hóast tú kemur til arbeiðis kl 5 um morgunin.
- Ofta skalt tú so sita í 3 ella 4 tímar og verða stylað, síðani skalt tú passa klæðir, og so er tað ikki fyrr enn kl. 17, at tú skalt ganga mótashow. Dagarnir eru langir og strævnir. Og um tú skalt út at ganga mótashow, so skalt tú venja áðrenn. Tí eru nógv tol og gott jørðforbindilsi týdningarmestu fortreytirnar, um tú vilt vera modell.
Eingin hjálpandi hond
- Tú fært ikki nógv hjálp, tá tú byrjar. Men eg leigaði mær ein lærara, sum lærdi meg at ganga mótashow. Tað var faktiskt tann sami, sum Naomi Campbell hevur havt, og hann kostaði eina rúgvu í 20 min.
- Tú fært nógvan kritikk, men onga hjálp til at betra tað, sum verður kritiserað. Til dømis, kanst tú fáa boð um at lætna nøkur kilo. Men tað er eingin, sum hjálpir tær á veg, og tí gongur tað púra galið hjá nógvum.
Óluva greiðir frá, at vektin stýrir øllum.
- Tá eg havi verið runt ymsa staðni í heiminum og arbeitt sum modell, havi eg ongantíð møtt eini gentu, sum ikki hevur trupulleikar av onkrum slagi, antin etingarólag, við rúsevnum ella trupulleikar við sinnalagnum.
Óluva vísir á, at tað kann vera torført at fáa eyga á trupulleikarnar, tá man livir í mótaheiminum.
- Tá eg var í Milano, helt eg sjálv, at eg var nógv tann feitasta gentan. Eg hevði tað ringt við mær sjálvari, tí eg ikki fekk tapt meg meiri. Men tá eg so kom heim til Føroyar at ferðast og kom burtur frá mótaumhvørvinum, sá eg, at eg var ber húð og bein, og at eg í grundini var sera, sera kløn.
Rúsevnasmuglari
Men eisini rúsevni eru ein stórur trupulleiki. Og Óluva hevur sjálv eisini roynt at smugla rúsevni av óvart, og hon kundi saktans kundi komið heilt illa fyri.
- Eg skuldi fara úr New York, og eg bleiv steðgað á flogvøllinum, tí eg hevði kokain í buksulummanum. Tá hevði ein av hinum gentunum lænt buksurnar frá mær og gloymt rúsevnini í lummanum. Buksurnar lógu í kuffertinum, tá eg kekkaði inn. Hundurin kom beinanvegin og snoddaði, og eftirlitsmaðurin steðgaði mær og spurdi, hvat eg hevði í kuffertinum. Eg visti einki um rúsevnini, so eg greiddi frá, hvat var í kuffertinum.
- Eg kelaði hundinum og prátaði við mannin, og eg man hava sæð so mikið óskyldig út, at hann lat meg fara. Hann stólaði upp á, at har einki var. Men tá eg so kom til Føroyar, fann eg hetta í lummanum, og so visti eg, hvat tað var, sum hesin hundurin hevði snoddað, og hvat tað heila snúi seg um.
- Eg varð ræðuliga kløkk og skundaði mær at skola alt út í vaskið. Hevði hann havt funnið tað, so hevði eg aldrin sloppið innaftur í New York, og eg hevði sikkurt endað í geglinum.