Hamferð er ein tungur og myrkur bólkur. John Egholm er ein av limunum í dapra bólkinum, sum skal spæla á Gøtusandi í kvøld.
- Vit lata okkum inspirera av okkara nátturðu, sum ofta kann vera myrk og ónd. Samstundis er tað nakað dragandi við henni, og royna vit at endurspegla hetta, sigur John.
Talan er um fyrstu ferð hjá Hamferð, at teir skulu spæla á stóra pallinum.
- Eg eri øgiliga spentur uppá at spæla í kvøld. Tað verður spennandi at finna útav, hvussu fólk fer at taka ímóti okkara nýggja tilfari. Men vit fara sjálvsagt eisini at spæla gamlar sangir, sigur John, sum í 2010 gav fløgu út við Hamferð.
Fyri mong er hósdagurin á G! ein upphiting til festivalin. Men fyri John er hósdagurin hæddarpunktið.
Nú eri eg ein metalfýrur, og allir metalbólkarnir hava spælt í kvøld. So hetta hevur tónlistarliga verið ein góður dagur fyri meg, slær John fast.