Kári Svensson er føddur í 1954. Ikki eru so mong ár síðani, at hann trein fram millum navnframastu listamálarar okkara og í dag eigur hann sítt nattúrliga pláss teirra millum.
Síðani 1986 hevur hann verið við á ymsum sýningum heima og uttanlanda. Í ár er hann umboðaður í bæði Danmark og í New York.
Náttúrumálari
Náttúrumálari er hann og hevur einki ímóti at verða nevndur so. Náttúran er honum støðugur íblástur og ótømandi kelda til myndevni, skrivar Kinna Poulsen í stásiliga heftinum uppá 32 síður, sum er gjørt til sýningina í Rasmus.
? At standa við andlitinum upp ímóti steyrrøttum fjallaveggi. Hóast tú leggur høvdið afturá, hómast hvørki byrjan ella endi, bert hesin óvíkjandi fjallaveggurin. Órørdur av mannahondum hevur hann staðið her í øldir og tó broytist hann alla tíðina í útsjónd, alt eftir veðri og vindi. Í dag hevur júst regnað og tí skyggja droparnir í vetrarsólini og lýsa hvítt móti svarta klettinum og tí jarðlitta gróðrinum. Nakað miðskeiðis sker ein djúp gjógv seg sum eitt sár niður gjøgnum fjallalendi?, skrivar Kinna Poulsen.
Myrkrið verður ljós
Kinna Poulsen sigur víðari: Í starvsstovu listamansins verður upplivingin løgd á lørift. Við harðrendum pensilsstrokum verður velduga náttúran tulkað og umbroytt til abstrakt-ekspressiv listaverk. Fýrakantaðir og avlangir flatar mynda eina loddrætta kompositión. Hon er sundurbýtt í trý avlang skap í einum samanriknum myndrúmi, sum veitur myndini ein tungan og statiskan dám. Grundleggjandi í myndabygnaðinum er lutfallið millum horisontalar og vertikalar, millum heitir og kaldir litir og millum ljós og myrkur. Tað ræður um at fáa javnvág í kompositiónina samstundis sum mótsagnirnar skulu sleppa at spæla sín ørkymlandi leiklut.
Føroyska náttúran er honum ein støðugur íblástur og ein ásannað, ótømandi kelda til myndevni. Eitt annað høvuðsmyndevni hjá honum og í føroysku listini sum heild er tað føroyska bygdarlagið. Hesar horisontalu myndirnar eru meira figurativar enn áðurnevndu myndir á tann hátt, at tú í hesum førinum hómar eina dýpd og kanst skyna á himmal og hav, hús og bø. Men framvegis snýr tað seg um abstrakt-ekspressivar málningar, har litirnir og kompositiónin bera fram huglagið. Í einstøkum myndum eru skitsulíkar strikumyndir teknaðar omaná grundkompositiónina og hesar tykjast draga okkurt frásøgukent og poetiskt fram. Hetta hendir til dømis í eini mynd, har ein hvít ljósglæma brýtur seg niður gjøgnum tað hóttandi dapra himmalhválvið og breiðir seg út yvir kirkjuna og húsini í bygdini. Myrkrið verður til ljós í hesum verkinum, ið er merkt av eini dramatiskari náttúrukenslu og av inniligum takksemi yvir lívið og skapanarverkið.
Kári Svensson sýnir fram á Gallarí Rasmus frá 17. februar til 18. mars 2000.
Til ferniseringina 17. februar frá klokkan 16 til 19 verður listamaðurin hjástaddur.