Myrkablátt er til keyps

Vælumtókti tónarnir frá jólakalendaranum Nivinaja hjá barnaútvarpinum, sum hava hugnað um flest øll hús í hendan mánaðin, fáast nú til keyps á iTunes.

Vælumtókti tónarnir frá jólakalendaranum Nivinaja hjá barnaútvarpinum, sum hava hugnað um flest øll hús í hendan mánaðin, fáast nú til keyps á iTunes.

Nógv hevur verið fregnast um sangirnar í leikinum, serliga vælumtókta sangin Myrkablátt, sum Elin á Rógvi hevur skrivað og Greta Svabo Bech hevur gjørt lag til, og eisini singur og spælur. Myrkablátt hevur verið at hoyrt í útvarpinum við jøvnum millumbilum. 

Jólakalendarin var føroyskt framleiddur allur sum hann er. Elin á Rógvi hevur skrivað leikin og tekstirnar til sangirnar. Løgini hava Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, Anna Katrin Egilstrøð og Niclas Johannesen gjørt. Løgini hjá Niclasi syngja Malan Thomsen, Lena Andersen og Kim Hansen. Finnur Hansen hevur gjørt ljóðmyndina og lagt tónleikin til rættis.

 

Elin á Rógvi heldur at tað er stuttligt at síggja hvat tónleikarnir fáa burturúr tekstunum, tá teir koma afur við løgunum. Tær hava hugsað um tónleikarar sum eru frammi í dag, og halda at tað hevur verið stuttligt at síggja hvussu tónleikararnir hava tulkað tekstirnar. Tá ein ger útvarp hevur man bara ljóðsíðuna og ongar myndir, og tí skulu allar kenslurnar lýsast í tónleikinum.