Tann 19 ára gamli Robert Hawkins misti gentuna og arbeiðið, og tað toldi hann ikki Ein 19 ára gamal maður skjeyt í gjárkvøldið átta fólk inni í einum stórhandli í býnum Omaha í amerikanska statinum Nebraska. Síðani beindi hann fyri sær sjálvum.
Løgreglan í Nebraska sigur, at Robert Hawkins hevði skrivað mammu síni eitt bræv, áðrenn hann fór í handilin við rifluni.
Frá fólki, sum kendu mannin, hevur løgreglan fingið at vita, at hann var sinnistungur, eftir at hann hevði nýliga mist gentuna og arbeiðið. Sagt verður, at hann hevði eisini trupulleikar við rúsdrekka og øðrum rúsandi evnum.