Løgreglan í amerikanska statinum Florida hevur skuldsett eina kvinnu fyri at hava gjørt av við síni egnu børn, sum vóru 13 og 16 ára gomul. Sum skilst hevði kvinnan kært seg um, at børnini vóru ljót í munninum og brúktu seg ímóti henni.
Ein talskvinna fyri løgregluna í býnum Tampa sigur, at mamma ta skuldsettu kvinnuna ringdi til løgregluna og segði, at okkurt mundi vera áfatt, tí dótturin svaraði ikki telefonini.
Tá løgreglumenninir komu til húsini, funnu teir kvinnuna í blóðugum klæðum. Í bilhúsinum funnu løgreglumenninir tann 13 ára gamla son hennara, og tann 16 ára gamla dótturin lá í einum kamari. Bæði vóru skotin.
-Tann skuldsetta hevur viðgingið alt og greitt okkum frá øllum smálutunum, sigur talskvinnan hjá løgregluni í Tampa.