Løgreglan í San Dioego í Kalifornia ivast ikki í, at tann 32 ára gamla Cynthia Sommers myrdi mann sín, tann 23 ára gamla hermannin Todd Sommers, fyri trimum árum síðani. Løgreglan vil eisini vera við, at Cynthia brúkti lívstryggingina hjá manninum til at fáa sær størri bringu.
Tá Todd Sommers varð funnin deyður, staðfesti líkskoðarin, at hann var deyður av hjartaslagi. Men tá líkið bleiv kannað av nýggjum, vísti tað seg, at maðurin var deyður av arsenikeitran.
Sambært løgregluni í San Diego heldur uppá, at Cynthia Sommers myrdi mannin, so hon kundi fáa fatur á lívstrygging hansara, sum var 1,6 millión krónur. Grannar hennara hava greitt frá, at stutt eftir fekk hon sær størri bringu, og at hon helt fleiri veitslur fyri skyldfólki og vinfólki.
Cynthia Sommers býr nú í Florida, men myndugleikarnir í Kalifornia vilja hava hana útflýggjaða. Kemur hon fyri rættin í San Diego, kann hon fáa deyðarevsing.