Løgreglan veit ikki, hví tann 22 ára gamli Shawn Bentler myrdi foreldur síni og tríggjar yngri systrar.
Ákæruvaldið í amerikanska statinum Iowa hevur ákært Shawn Bentler fyri at hava skotið foreldrini og systrarnar. Líkini av foreldrunum, sum vóru 53 og 47 ára gomul, og systrunum, sum vóru 17, 15 og 14, vórðu funnin í heimi teirra nærhendis býnum Bonaparte, skrivar AP.
Sambært einum blaði í Iowa ringdi tann yngsta systirin til løgregluna leygarmorgunin og greiddi frá, at bróðurin var komin til hús, og at hann ætlaði sær at gera okkurt. Á bandupptøkuni, sum løgreglan hevur av telefonsamrøðuni, hoyrist eitt skot. Síðani verður telefonin avbrotin. Á løgreglustøðini sæst, at mamman ringdi eisini til løgregluna, men at eingin svaraði henni.
Løgreglan veit ikki, hví tann 22 ára gamli maðurin myrdi foreldrini og systrarnar. Bentler-húskið var rættiliga múgvandi og átti fleiri fyritøkur, skrivar AP.