Dómsvaldið á fronsku miðjarðarhavsoynni Korsika fór í dag undir málið ímóti einum 19 ára gomlum manni, sum er ákærdur fyri at hava beint fyri foreldrunum og tvíburarbrøðrum sínum fyri trimum árum síðani.
Andy, sum maðurin eitur, skeyt foreldrini og teir 10 ára gomlu brøðurnar í bygdini Albitreccia í august mánað í 2009. Síðani tók hann 2.500 evrur og eitt dýrt ur úr pengaskápinum hjá foreldrunum. Dagin eftir varð hann handtikin.
Undir avhoyringunum hevur Andy greitt frá, at hann var í einum øðrum heimi, tá hann framdi illgerðina.
-Eg visti ikki, hvør eg var. Eg hoyrdi einki og sá illa. Eg var ikki eg sjálvur, men var vorðin onkur annar, segði hann við løgreglumenninar, sum avhoyrdu hann beint aftan á handtøkuna.
Sálarfrøðingar, sum hava kannað Andy, eru ikki á einum máli um, hvørt hann er egnaður at fara í fongsul ella ikki.









