Myrdi allar døturnar

Tann 25 ára gamla pakistanska kvinnan Muqaddas Bibi valdi at gifta seg við einum øðrum manni enn tí, sum pápi hennara hevði valt henni. Tað skuldi hon ikki havt gjørt.

Í síðstui viku kom pápi hennara á løgreglustøðina og boðaði frá, at hann hevði beint fyri Muqassas Bibi og hinum trimum døtrunum. Hann greiddi frá, at hann hevði boðið teirri elstu systrini at vitja, og tá tær vóru farnar til songar, hevði hann sníkt seg inn í kamarið og beint fyri øllum fýra, teirri 25 ára gomlu Muqaddas, 12 ára gomlu Bano, átta ára gomlu Sumera og seks ára gomlu Humera.

Mannarættindafelagsskapir hava leingi kært seg um, hvussu lítil rættindi kvinnur hava í Pakistan, og Pervez Musharaf, forseti, hevur alment sagt, at hann er ímóti, at kvinnur verða myrdar, tí tær sýta fyri at halda gamlar siðir í sambandi við hjúnarlag.

Men orð hansara hava lítla og onga ávirkan havt, og sambært felagsskapinum Human Rights Watch hava umleið 750 pakistanskar kvinnur larið lív teir seinastu átjan mánaðarnar, tí tær valdu at gifta seg við øðrum manni enn tí, sum familjan ætlaði. Felagsskapurin sigur eisini, at kvinnur verða ofta giftar burtur sum eitt slag av gjaldi, tá tvær ættir skulu loysa onkra ósemju.