Eitt summarið fyri góðari hálvari øld síðani var 72-ára gamli Símun Højgaard á heiðuni í Rituvík og skarð torv. Hetta var eitt av teimum seinastu árunum, at føroyingar skóru torv av týdningi, eftir at torvið hevði verið høvuðsorkukeldan í Føroyum heilt frá landnámstíð. Eitt tíðarskeið í føroya søgu var av.
Gjøgnum filmslinsuna hjá Suna Joensen verður áskoðarin fluttur aftur í eina tíð, sum er burtur. Til heimin í gjár. Vit fara afturum ein av seinastu torvskurðarmonnunum í Føroyum, og saman við søguni um torvið og torvarbeiði sigur heimindarfilmurin frá lívskorum í eini ungari niðursetubygd, har torvið var ein avgerðandi fyritreyt fyri búsetingini.
Áskoðarin verður førdur aftur á slóðina: til farvegin av teimum gomlu torvheiðunum. Og vit møta nøkrum av teimum gomlu fólkunum, sum upplivdu ta gomlu tíðina og fingu um endan á seinasta orkuskiftinum, sum fór fram miðskeiðis í 20. øld, tá tann nýggja tíðin, við elektriskum streymi og olju, troðkaði torvið av.
Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen hava lagt heimildarfilmin til rættis.
Klipping: Hans Petur Hansen
Handrit og samrøður: Dánjal Højgaard
Stigtakari og fígging: Runavíkar kommuna
Útgávuár: 2023