Myntuppboðssølan gav yvir 110 mió.

Arvingarnir hjá ríkmanninum Lars Emil Bruun hava longu útlit til nakað av einum arvi, eftir at fyrsti partur av myntsavninum, sum teirra forfaðir bygdi upp, hevur verið undir hamaranum.

Uppboðssølan av gomlu myntunum varð hildin í Odd Fellow Palæet í Keypmannahavn. - Mynd: Jacob Gronholt-Pedersen/Reuters

Myntuppboðssølan leygardagin í Odd Fellow Palæet í Keypmannahavn vardi í átta og ein hálvan tíma og endaði við einum samlaðum hamaraprísi uppá 14.820.900 evrur fyri tær 286 myntirnar, sum vórðu settar til sølu. Tað svarar til 110,6 mió.

 

Dýrasti mynturin á uppboðssøluni var ein gullmyntur frá 1496, sum varð seldur fyri umleið 8,9 milliónir danskar krónur.

 

Tilsamans hevur uppboðssøluhúsið fingið til uppgávu at selja umleið 20.000 myntir úr savninum.

 

Roknað verður við, at tær tilsamans fáa stívliga hálva milliard krónur inn, og at tað fer at taka fimm ár at fáa tær allar seldar.

 

/Ritzau/

 

Uppboðssølan av gomlu myntunum varð hildin í Odd Fellow Palæet í Keypmannahavn. - Mynd: Jacob Gronholt-Pedersen/Reuters