MYNSTRING
Línuskipið Klakkur er millum skipini, sum eru farin til fiskiskap, tó at sáttmálaloysi formelt er millum reiðarar og manningarfeløg. Tað eru eisini onnur línuskip, sum eru farin nýggjan túr. Streymurin er hálvharður, og tað gongur helst ein vika aftrat, áðrenn streymurin er góður aftur. Hóast eingin roynd hevur verið higartil í ár, hevur fiskiskapurin hjá línuskipum teir fyrstu dagarnar ikki verið nakað at reypað av. Menn halda, at vánaligu veðurlíkindini og hálvharði streymurin eiga sín lut í hesum.
Klakkur loysti leygardagin við 15 monnum umborð, og skipari hendan túrin er Bethuel Johannesen.
Tað eru brøðurnir, Líggjas og Bethuel, sum eiga skipið, og teir eru umborð og á brúnni tveir túrar í senn – og síðan ein túr í landi.
Ikki í stríði
Líggjas Johannesen sigur, at manningin hevði ongar trupulleikar av at mynstra, og hann leggur dent á, at mynstringin ikki stríðir ímóti áhugamálunum hjá manningarfeløgunum.
- Tað er nú soleiðis, at allir sáttmálar eru minimumssáttmálar fyri manning ella arbeiðsfólk. Tú kanst altíð løna fólkinum betri, enn sáttmálin sigur, men ikki verri.
Líggjas hevur ikki hug at siga ítøkiliga, hvør mynstringaravtalan er, men vísir á, at manningarfeløgini eru kunnaði um hesa.
Tað var Føroya Reiðarafelag, sum segði sáttmálarnar við manningarfeløgini upp, og høvuðskravið hjá reiðarunum hevur verið, at ein partur av oljuni skal fara av óbýttum.
Av tilsamans átta skipabólkum, sum mynda fiskiflotan, fer olja longu frammanundan av óbýttum hjá tveimum bólkum, og ein av hesum er línuskip.
Líggjas Johannesen sigur, at alt tað, sum hann veit um, er olja hjá línuskipum farin av óbýttum.
Línuskip brúka ikki serliga nógva olju í mun til eitt nú lemmatrolarar og partrolarar, og tí kann tað kanska tykjast eitt sindur løgið, at olja fer av óbýttum hjá júst hesum skipabólki.
Sosialurin kann leggja aftrat, at olja eisini fer av óbýttum hjá flakatrolarum, tá hesir veiða í Barentshavinum og virka fiskin til flak, men ikki, tá teir veiða og heilfrysta eitt nú svartkalva og kongafisk í Irmingarhavinum.
Strika í rokning
Líggjas Johannesen sigur, at Klakkur eftir umstøðunum hevði eitt hampiligt – men ikki gott - ár í fjør, tá skipið fiskaði fyri umleið 13,5 miljónir krónur.
Besti línubátur í veiðivirði í fjør var Kambur, sum fiskaði fyri slakar 16 miljónir krónur – og næstur honum var Stapin við sløkum 14 miljónum krónur.
- Eitt hampiliga gott ár hjá línubáti er eitt veiðivirði, sum liggur á umleið 16 miljónum krónum og hægri, sigur Líggjas Johannesen, skipari.
Sosialurin kann leggja aftrat, at seinnu árini hava verið misjøvn hjá línuskipaflotanum.
Árið 2007 var eitt gott ár hjá fleiri línuskipum, og hetta árið fiskaði Klakkur fyri 17,5 miljónir krónur. Árið 2008 var eitt vánaligt ár, og tað var 2009 eisini. Í fjør fiskaði Klakkur so fyri 13,5 miljónir krónur, sum heldur ikki verður mett sum nakað serligt ár.
Líggjas Johannesen sigur, at vónirnar um árið í ár eru hampiligar, men hann harmast um, at sáttmálaloysi hevur kostað línuskipunum ein túr.
- Nú kunnu vit bara vóna, at sáttmálaviðurskiftini koma upp á pláss, og at fiskur verður at fáa, nú várið stundar til, sigur línuskipaeigarin í Klaksvík.