Seinastu vikurnar hevur trygdin í tunlunum Norður um Fjall aftur verið á breddanum, aftaná at fólk, ið dagliga brúka hann, hava rópt varskó um vánaligu ferðsluviðurskiftini. Tað gongur nærum ikki ein vika, uttan at fólk leggja myndir ella sjónbrot út á Facebook, har proppur er í tunlinum.
Landsverk hevur gjørt onkra roynd at regulera ferðsluna, soleiðis at tungir bilar ikki møta persónbilum í tunlinum, men talan er einans um eina fyribils loysn, og tað eru ikki øll, ið eru eins fegin fyri loysnina.
So fyri at gera vart við støðuna hjá teimum, ið dagliga brúka tunnilin, skipar Hvannasunds kommuna fyri einum almennum fundi um tunlarnar. Fundurin verður í Skúlanum á Fossánesi týsdagin 6. oktober kl. 17-19.
Á fundinum fær landsstýrismaðurin í innlendismálum, Henrik Old, handað undirskriftir frá borgarum, ið krevja at okkurt verður gjørt við ótryggu støðuna.
Millum tey, ið luttaka á fundinum eru Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, Hans J. Kallsberg, borgarstjóri í Viðareiðis kommunu og Finn Hansen, tilbúgvingarleiðari. Hesi fara øll at hava framløgu á fundinum.
Aftaná framløgurnar fær undarfólki møguleikan at seta spurningar og gera viðmerkingar.