Myndugleikar í Estlandi vilja sambært estiskum miðli hava deildina hjá Danske Bank í Estlandi stongda fyrr enn áður ætlað.
Fíggjareftirlitið í Estlandi vil hava deildina hjá Danske Bank stongda, skrivar estiski miðilin ERR sambært Børsen.
Fíggjareftirlitið vil ikki vátta upplýsingarnar, men sambært Børsen verður tíðindafundur klokkan 13 um Danske Bank í Tallin.
Í søguni hjá ERR stendur, at estiska fíggjareftirlitið fer at koma við fleiri upplýsingum innan stutta tíð.
Danske Bank hevur áður boðað frá, at deildin skal steingjast. Í oktober upplýsti miðlastjórin í Danske Bank, Kenni Leth, at tað fer at taka umleið eitt ár at steigja deildina.
Deildin er miðdepul í stóra málinum um hvítvasking, har Danske Bank hevur høvuðsleiklutin.
Sambært eini frágreiðing kann Danske Bank hava verið brúktur til hvítvasking fyri upp ímóti 200 milliardir evrur – umleið 1.500 milliardir krónur – gjøgnum estisku deildina.
Deildin læt fra´2007 til 2015 stórar upphæddir flóta ígjøgnum frá presónum og virkjum í fyrrverandi Sovjetsamveldinum. Tað hendi uttan eftirlit og í samstarvi við starvsfólk í deildini.
Frágreiðing frá bankanum sjálvum kemur til ta niðurstøðu, at tað hendu stór mistøk. Men sambært frágreiðing bankans høvdu tey ikki brotið lógina.
Frágreiðingin kemur ikki til ta niðurstøðu, at talan endiliga var um hvítvasking, men at tað var stórur illgruni um tað.
Málið hevur minkað marknaðarvirði bankans niður um helvtarvirði. Sum eitt beinleiðis úrslit av málilnum fór Thomas Borgen, stjóri, úr starvi. Eisini er Ole Andersen farin frá sum nevndarformaður.
Sum avleiðing av málinum er ein kanning í gongd av Danske Bank í fleiri londum. Teirra millum Danmark, USA, Stórabretlandi og Frankaríki.
/ritzau/










