Myndugleikar staðfest valið í Kvívík

Soffi Egholm, kommunustýrislimur í Kvívík, sum kærdi kommunuvalið tann 11. novembur til Innlendismálaráðið, er vónbrotin. Kravið var umval, men fríggjadagin gjørdist greitt, at soleiðis bleiv ikki. – Hetta gevur onga meining, sigur Soffi Egholm. Heini Holm, stillari, ivaðist hinvegin ongantíð, at hetta fór at vera endin á málinum

Soffi Egholm er skelkað. Hon hevði á ongan hátt kunnað ímynda sær, at Innlendismálaráðið kundi taka støðu, at kommunuvalið í Kvívík varð góðtikið.

- Hetta eri eg ikki glað fyri at hoyra. Tað er so langt úti. Listin varð tikin úr heiminum hjá mær, broyttur, og síðani latin inn, sigur Soffi Egholm, sum heldur at demokratii hevur dumpað, og at hetta ongantíð hevði borið til nakra aðrastaðni enn í Føroyum.

Í svarinum til kæruna, stendur millum annað, at tað bert eru stillararnir, ið eiga listan, og tí kann ongin annar úttala seg um, hvør skal vera á listanum ella ikki. Í svarinum stendur, at sambært øllum stillarunum, er uppstillingin farin rætt fram, tí somu nøvn vóru á listanum, tá stillararnir skrivaðu undir, og tá hann var latin inn.

Sambært Heina Holm, var stóri trupulleikin, at Tórarinn Didriksen var á listanum, og tað kundi hann ikki ganga við til. Tí var listin brotin.


Forsøga óviðkomandi

Í kæruni greiðir Soffi Egholm frá, at hon kendi, at listin varð tikin frá henni. Umframt, at tey við lista B veruliga kendu seg forðaði at stilla upp. Hetta hevur í dóminum frá innlendismálaráðnum onki at siga.

»Spurningurin um, á hvønn hátt hetta arbeiði er farið fram áðrenn valevnislistarnir eru innlatnir og góðkendir, harundir hvørt hetta er óhaldbart ella ódámligt, er tískil óviðkomandi fyri viðgerð Innlendismálaráðsins av málinum.« Stendur í dóminum.


Valnevnd gjørt mistak

Tó er eitt mistak farið fram í málinum, tí stillararnir ikki hava skrivað undir sama ark, sum valevnini stóðu á. Hetta skal sambært kommunuvallógini havi við sær, at stillararnir fáa 24 tímar at rætta brekið. Hetta er ikki gjørt, men hevur sambært Innlendismálaráðnum ikki so stóran týdning, at tað kann viðføra umval, tá stillararnir greiða frá, at teir hava skrivað undir somu nøvn, sum endaliga vóru latin inn.

» Innlendismálaráðið metir tó ikki, at brekið er so mikið avgerandi og stendur mát við avleiðingina av umvali, at kommunuvalið eigur at verða ógildað við tí úrslitið, at umval skal verða skjótast til ber.« Stendur somuleiðis í dóminum.


Niðurstøða

Tískil er greitt, at onki umval verður í Kvívík, hóast ávís ivingarsom ting fóru fram, áðrenn listin varð latin inn, umframt, at undirskriftirnar hjá stillarunum ikki vóru á sama arki, sum valevnini.

Soffi Egholm greiðir tó frá, at málið ikki er liðugt frá hennara síðu.

- Hetta er ordiliga ræðandi. Eg hevði veruliga ikki væntað hetta. Nú fari eg at umhugsa, hvat tað næsta verður, tí hesum kann mann ikki liva við, sigur Soffi Egholm. Fyri at leggja sínar ítøkiligu ætlanir fram, sigur hon, at hon í samráð við sakførara fer at kanna, hvat hennara næsta útspæl verður.


Tók tað róligt

Heini Holm, stillari og fyrrverandi borgarstjóri, ivaðist tó ongantíð, at kæran fór at verða afturvíst. Men hann harmast, hvussu málið hevur fingið hann at síggja út.

- Eg tók hatta sum skemt at byrja við. Men tá hon kom við sakførara, so bleiv alt meira álvarsamt. Men tað mann skal minnast til, er, at eg onki ólógligt havi gjørt. Hetta var eitt politiskt mál, tí eg kundi sjálvandi ikki hava ein persón, hvørs politiska støða stríðir ímóti øllum, sum eg standi fyri, á mínum lista, sigur Heini Holm. Hann leggur afturat, at hann harmast gongdina í málinum, og at hann onki persónligt hevur ímóti Tórarinn Didriksen.

- Eg helt tað vera best at lata tingini ganga sína gongd, og nú sóu vit úrslitið. Men eg skal nokk koma við einum úttalilsi, um hvat eg haldi um skilið, staðfestir Heini Holm.