Familjan hjá Navalnyj hevur í eina viku roynt at fingið atgongd til lík hansara, sum russisku myndugleikarnir hava havt í varðveitslu.
Líkið av deyða russiska anstøðuleiðarin Aleksej Navalnyj er nú latið mammu hansara, Ljudmila.
Tað upplýsir talspersónurin hjá Navalnyj sambært Reuters.
Russisku fongsulsmyndugleikarnri boðaðu fríggjadagin 16. februar frá, at Navalnyj var deyður í revsileguni í norðasta Russlandi.
Har sat hann ein áralangan fongsulsdóm.
Men familja hansara fekk hvørki loyvi til at síggja ella fáa fatur á líkinum, sum fekk tey avvarðandi til at finnast harðliga at myndugleikum.
/ritzau/











