Myndlistin 2008

Hóast listaframsýningarnar ikki gjørdust betri av, at tær í 2008 vóru fleiri í tali enn nakrantíð, sita nakrar lívsjáttandi listaupplivingar eftir í minninum hjá tygara ummælara, nú hon lítur aftur um bak

Kinna Poulsen


AFL 

Ársins fyrsta felagsframsýning, sum Felagið Føroysk Mynd­lista­fólk fyriskipar í Listasavninum á hvørjum vári, gav ummælaranum hug at tríva í eitt hugtak hjá danska bókmentaummælaranum Lars Bukdal: “Generaliseret Kitsch”, sum varð leysliga týtt til “Algild Forlorin List”. Hetta listaslagið er serstakt við tað, at tað er lætt at ummæla jaligt, meðan tað er ringt at finnast at, av tí at verkini líkjast rættiligari list, meira enn rættilig list líkist rættiligari list. Tí meðan tann rættiliga listin ofta rakar skeivt, heldur Algild Forlorin List altíð til á breiða, trygga og rætta vegnum, og hetta var í stóran mun galdandi fyri mong av verkunum á ársins Várframsýning. Glottar hómaðust í myndunum hjá Jóhan Martini Christiansen og Anniku Hansen, og hvør kann til dømis gloyma barokku fotomyndirnar hjá Onnu Katrinu Højgaard av saftigum, vakurt smírandi seyðarhøvdum og teir báðar spákandi lakk- og leðursjeikarnar (tann eini við berum rumpustelli), sum Unn Joensen hevði sett inn í vøkru náttúruna uppi yvir Klaksvíkini. Tað var forrestin sama lista­kvinna, ið nú gongur á listaskúla í Íslandi, sum við áskriftini: “WORKING IN A FISH FACTORY IS MORE IMPORTANT THAN ART” á einum lørifti royndi at sannføra seg sjálva um okkurt umráðandi, samstundis sum hon altso syrgdi fyri, at ummælarin ikki í øðini vendi út aftur av ársins fesjutu Ólavsøkuframsýning, men í staðin dvaldist nóg leingi til eisini har at uppliva smáar, men umráðandi glottar í eitt nú gátuføru myndum Halldis Olsens av eini avskeplaðari kúgv, ið huglagsliga góvu hugasamband við Blake og Goya, eins og fleir­týddu broderaðu myndirnar millum annað hjá Marionnu Bjørgheim vaktu stóran áhuga. Silja Strøm sýndi á framsýning í Smiðjuni í Lítluvík myndir, ið geva góðar vónir til hesa ungu listakvinnuna, ið nemur sær útbúgving á The Glasgow School of Art. Seinni í ár fekk Silja ta heiðurligu og lønandi uppgávuna at gera ársins prent fyri ALS á Grafiska Verkstaði Føroya. Hetta er 10. árið á rað, at ALS á henda fyrimyndarliga hátt roynir at stuðla ungum, óetableraðum listafólkum. 


Halt áfram, Marius! 

Marius Olsen hevði tíðliga í heyst framsýning í Galerie Stephanssons Hús, ið fekk ein púra býttan ummælara at bøna grafikaran um at halda áfram eftir sama góða leisti. Hetta hevur eisini verið eitt gott listaár hjá Hanna Bjartalíð, sum í Galerie Focus í summar hevði eina fína framsýning við endurnýggjaðum myndamáli. Á framsýningini vóru millum annað tvær tvímyndir, ið avmyndaðu modelhús, sum Hanni ger sjálvur, og sum vit høvdu høvi at uppliva á Heystframsýningini. Arkitekturur hevur verið at sæð áður í summum av myndum hansara, men mest sum innirúm, ið hava verið karmur kring menniskju og teirra lív og ikki sum í hesum føri, har bygningar hava høvuðsleiklutin. Myndevnið hús, bygdarløg og býarpartar hava mong føroysk listafólk málað, til dømis Hans Hansen og Steffan Danielsen, og teirra myndir minna í báðum førum eitt sindur um hesar nýggjaru myndirnar hjá Hanna Bjartalíð, sum eru dekorativar, men væl meira hugsaðar enn vit hava verið von við áður, samstundis sum tær hava eitt kenslunemandi árin av góðvarni og einsemi. Hetta sama kann sigast um myndirnar hjá Øssuri Johanne­sen, tó at tær á framsýning í Listaglugganum, ið taldist millum ársins áhugaverdu listupplivingar, sýntust nakað væl myrkari, eins og tær eru meira konkret ekspressivt málaðar, enn myndir Hanna. 


Ein skortfleingja

 Í ár fekk føroyska myndlistin eitt tað mest atfinningarsama ummæli í mong ár. Hetta hendi í sambandi við framsýningina “Natúrligvís”, ið var heitið á summarframsýningini í Norður­landahúsinum, sum síðan 2007 hevur ferðast kring norðurlond, og sum á Sophienholm setti øði í listaummælaranum á Information, Michael Jeppesen, ið speiskliga gletti á tonn í einum ummæli, sum sjálvandi hevði gálvandi yvirskriftina “Naturligfis”. Við Zachariasi Heinesen sum umráðandi undan­taki verða serliga verkini hjá føroysku listafólkunum útspilt sum dilletantisk og pínlig av ummælaranum, ið endar við at siga, at tað er ein orsøk til, at føroysk list ikki er kend aðra staðni enn í Føroyum. Í staðin fyri bert at kveistra tílíkar atfinningar frá okkum, skulu vit kanska hyggja nærri at, hvat tað er, ummælarin sigur. Tað er hóast alt so sjáldan, at føroysk list verður tikin so mikið í álvara, at hon fær eitt ummæli, ið veruliga fyriheldur seg til samtíðarlistina, og sum ikki endar í útvatnaðum, sentimentalum hugleiðingum um okkara praktfullu náttúru og William Heinesen. Tað, sum Jeppesen er serliga vónbrotin av, er, at hugskotið við framsýningini ikki er nóg gjøgnumført, og hesin trupulleiki hevur sum so við kurateringina at gera. Orsøkin til, at hann skýrir alla føroyska list at vera vánaliga, er fyrst og fremst, at hann ikki hevur nóg góðan kunnleika til føroyska list, og at hann eyðsýniliga ikki dugir at skilja í millum simili og diamantar. Men vit eiga ein stóran part av skuldini sjálvi av hesum keðiliga lyndi okkara at blanda góða og vánaliga list saman, eins og vit í stóran mun brúka vánaliga list sum útflutningsvøru. Eitt eyga í Kunstavisen avdúkar til dømis, at Danmark flýtur yvir við vánaligari “færøkunst”. Eisini eiga vit í størri mun ansa eftir viðvíkjandi stuðuli til listafólk, at miðsavna okkum um nøkur fá seriøs og góð listafólk. Vit mugu sum heild ansa betri eftir góðskuni og lata vera við at blanda okkum upp í ivasom tiltøk eins og tað í Leopold Museum í Wien, sum í sínum savni skal hava fleiri verk, sum nazistarnir stjólu frá jødum undir krígnum. Á hesum savni var einasta altjóða satsing av føroyskari list í 2008, og tað er spell, at hon skuldi gerast so tivoliserað og kulørt við fótbóltshúgvum, lundabamsum og skramblilist ið púra kritikk­leyst var blandað saman við stórfingnari list hjá Steffani Danielsen og øðrum. 


Standmyndir 

Í 2008 vóru standmyndirnar hjá Hans Paula Olsen fyri óvanliga hvøssum atfinningum, sum mundu vera elvdar av eini lutfalsligari yvireksponering av listamanninum, ið hetta árið gjørdi fleiri standmyndir, ið vórðu avdúkaðar ymsastaðni í Føroyum. Atfinningarnar eru í stóran mun órættvísar, um hugsað verður um, at Hans Pauli dugir, og at hann bert roynir at nøkta stóra eftirspurninginum eftir hansara standmyndum. Tað er mær vitandi eingin lóg í móti, at kommunur og onnur kunnu biðja eitt nú útlendsk listafólk um at koma við hugskotum til tílíkar uppgávur; tað hevði verið frískligt um til dømis ein av múrsteinsstandmyndunum hjá Per Kirkeby, ein av glas­stand­myndunum hjá Danny Lane ella okkurt heilt annað varð uppsett her á landi. Filmurin um Hans Paula Olsen var tann fyrsti av trimum føroyskum filmun, ið viðgera myndlistafólk; Katrin Ottarsdóttir gjørdi filmin um Hans Paula Olsen: “Eingin kann gera tað perfekta” og filmin um Tórodd Poulsen “Ein regla um dagin má vera nokk”, meðan Ingun í Skrivarastovu gjørdi ein styttri film um Hans Paula og nestor okkara, Janus Kamban, sum fyllti 95 í ár í 2008. 


Viðvendur andstøðingur 

Tóroddur Poulsen hevur havt eitt - sjálvt fyri hann – óvanliga gróðrargott ár við fleiri útgáv­um (katalog, yrkingar, prosa, tónleikur, myndlist, filmur) og framsýningum, eins og hann eisini varð inn­still­aður til norðurlendsku bókmenta­heiðurslønina. Viðburðurin hevur verið so totalur hetta árið, at sjálvt ein notoriskur tóroddandstøðingur sum Kim Simonsen viðmældi filmin “Ein regla um dagin má vera nokk” millum annað við orðingini: “Ein Tóroddur um dagin heldur keðseminum burtur”. Høgni Djurhuus í Útvarpinum rósti filminum, samstundis sum hann ásannaði, at orsøkin til at honum dámdi filmin helst var, tí honum dámdi Tórodd. Høgni var ein av fleiri, sum segði seg tiknan á bóli av myndlistini hjá Tóroddi Poulsen, sum enn ikki er eins kend millum manna, sum bøkurnar eru. Í sama viðfangi kann ásannast, at trøini sum kunnugt á ongan hátt vaksa inn í himmalin og heldur ikki her hjá okkum fjøllini, tí hóast ummælarar alt árið frøddust um Tórodd, var einki listaverk selt á teirri frálíku framsýningini, sum Tóroddur og Claus Carstensen høvdu saman í Norðurlandahúsinum í desember, og sum yvirritaða hevur hildið seg frá at skammrósa bert av tí einu orsøk, at tað var hon sjálv, sum fyriskipaði framsýningina saman við Urd Johannesen í Norðurlandahúsinum. Claus Carstensen sýndi fram film frá The Killing Fields í Cambodia: “Reths Monologue”, sum full­komiliga skelkaði, samstundis sum hann fekk onkran at grunda yvir, um hesin dokumentarfilmur kundi bólkast sum ein listaupp­living. 


Livandi List 

Ein stórhending innan myndlistina í ár var, tá fyrsta yvirlitsverkið síðan bókin hjá Bárði Jákupsson Myndlist í Føroyum (2000); bók­in Livandi List hjá Inger Smæ­rup Sørensen kom út. Mill­­um lista­­fólkini hevur nakað av kjaki verið, har summi hava verið vón­brotin yvir úrvalið og hildið tað verið alt ov breitt og óvandið, meðan onnur hinvegin hava saknað listafólk sum til dømis Heðin Kambsdal og onnur í listafólkahópinum, sum umboðaður er í hesum yvirlits­verki. Óansæð er talan um áhuga­verdar og væl skrivaðar tekstir um 49 føroysk samtíðarlistafólk. Ummælarin her á blaðnum var ógvuliga hugtikin og skrivaði m.a.: “Bókin er í nógvar mátar ein fongur fyri listaáhugaðar føroyingar og onnur, ið hava saknað eitt yvirlit yvir og inn­leiðslu í føroyska nútíðarlist... Hóast bókin ongan iva letur vera um, at Inger Smærup Sørensen er serfrøðingur á sínum øki, er tað týðiligt, at hon ikki hevur gloymt at undrast yvir, stuttleika sær við og bara njóta listina..” (Anna V. Ellingsgaard). 


Tað besta vit eiga 

Virksemið hevur verið nógv og gott á Grafiska Verkstaði Føroya, sum umframt eina rúgvu av frálíkum prentum hjá Tóroddi Poulsen eisini hevur verið karm­ur um eina sera áhugaverda myndarøð hjá Claus Carstensen, ið hann nevndi “Sanpaku-svitan”. Eisini hava listafólk sum Cathrine Raben Davidsen, Tórbjørn Olsen, Zacharias Heinesen og mong onnur arbeitt hjá Jan Andersson og Fríðu Brekku á Grafiska Verkstaði Føroya hetta árið. Tó at einstøk av teimum framsýnandi listafólkunum ikki livdu upp til høga góðskustøðið, sum hesin listafólkabólkurin sjálvur hevur sett sær fyri at røkka, var Heystframsýningin uttan iva so nógv tann besta av ársins føroysku felagsframsýningunum við framúr myndum hjá millum øðrum Hjördis Haack og Bjarna Werner Sørensen. Hesin listafólkabólkur umboðar fleiri ættarlið frá Zachariasi Heinesen í eldra endanum til Rannvá Kunoy í yngra. Síðstnevnda sýndi fram eina áhugaverda og serstaka røð av steinprentum, sum sameina eitt ítøkiligt, tilfarsligt árin við nakað óítøkiligt og sveimandi. Rannvá Kunoy hevur givið Studentaskúlanum í Hoydølum hesa myndarøðina. Bárður Jákupsson hevði millum annað tveir stórar málningar við á framsýningini, ið myndevnisliga taka støði í okkara loddrætta kletta- og fjallalandslagi, sum hann byggir upp við brúnum, grønum, bláum, gráum, gul­um og violettum linjum, ið fýris­liga ganga á skák gjøgnum mynda­rúmið. Men í teimum báðum framsýndu myndunum sameinir Bárður náttúrunar stórbæri við ein nýggjan lættleika, sum at síggja til hurlar hesi stóru verk upp frá, eins og í einum náttúrunar veldigum stoffskifti av brimi, sól, támi og sirmi. Stóru gráu málningarnir hjá Anker Mortensen eru bygdir upp av nógvum málingaløgum, ið geva kensluna av dýpd, samstundis sum dentur verður lagdur á yvirflatan á málninginum við smáum, flykrandi gulum og bláum pensilsstrokum. Árinið er poetiskt og abstrakt, samstundis sum áskoðarin fær varhugan av onkrum kendum í mynstrum og skapum. Sum part av Heystframsýningini sýndi Tróndur Patursson fram sínar ultramarinbláu myndir, ið riggaðu serstakliga væl á stóra vegginum í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Tróndur var annars mest í fjølmiðlunum í sambandi við hansara høvuðsverk “Bládýpi”, sum hann knappliga fekk boð um at flyta av grundini hjá Listasavninum, har tað hevur staðið nøkur ár. Trupulleikin tykist vera plásstrot, men av tí, at “Bládýpi” sum so er eitt rúm í sær sjálvum, skuldi tað ikki verið so torført at fingið verkið, ið var eitt tað best umtókta á altjóða framsýningini “Container 96 – Art Across Oceans” innlimað í savnsbygningin. 


Listasavnið 

Tað er áhugavert, at løgmaður í nýggjársrøðu síni skuldi koma inn á virðingina fyri lista­fólk­­­um, sum hann við dømi í Miki­nes­­­mál­aranum metti vera hækk­aða. Og tað skal nokk passa, at virð­ingin fyri listarligum avrik­um er hækkað. Men í grund­ini hevur virð­ingin fyri teirri lista­­­ligu faklig­heitini neyvan verið ússaligari enn beint nú banka­fólk og løgfrøðingar sita í týdningarmiklastu leiðara­sessun­um innan listina (t.e. leið­arin og stýris­formaðurin í Lista­­­savn­inum og nýggja nevnd­ar­for­­kvinnan í Ment­anar­grunn­inum). Yvirritaða hevur sum heild ilt við at skilja, hví tað í so lítlan mun verður satsað upp á fólk við listarligum útbúgvingum. Hetta tykist av­spegla ein løgn­an mótvilja móti at taka list og listarfólk í álvara. Danski listamaðurin, Claus Carst­ensen legði í samrøðu her í blaðnum dent á fakligheitina: “List er ikki, sum tað var í goml­um døgum, eitt kall, men ein ídn­aður, eitt yrki og eitt mál, sum skal lærast eins og onnur mál. Fyri at reka eitt listasavn í dag, er neyðugt við listfakligari útbúgving, sum tryggjar eitt objektivt list­fak­ligt kjak og sum eisini kann veita vissu fyri, at avgerðir ikki verða ávirkaðar av átrúnaðarligum, politiskum, tjóðskaparligum ella av nøkrum øðrum tilvildarligum áhugum...”. 

Listaskálin hevði nógv virksemi í 2008 við framsýningum og bókaútgávum, men listarliga støðið var sjálvdan nógv yvir miðalhampa, tó at fram­sýn­ingarnar við myndum hjá Jóhann­es Kjarval og Hakon Gull­våg mugu metast sum ávikavist topp- og botnskorarar hetta árið. Hóast heili fimm fólk sambært heimasíðu savnsins starvast í Listaskálanum (tey fýra eru sett uttan starvslýsing) er lítið og einki skil á teirri permanentu framsýningini, sum Marianne Krogh Andersen eisini staðfesti í grein í Weekendavisen. Við árslok var fráboðað, at Listasavn Føroya skal útbyggjast fyri 75 milliónir, og hóast ein útbygging er neyðug, fert tú at ivast í all­ari verkætlanini, tá tað í greina­stubba í Dimma­­lætting stendur at lesa, at tey á Grafiska Verk­stað­num, sum húsast í norðara enda av Listaskálanum, als ikki eru kunnað um ætlanirnar. Spurn­ingurin er eisini, um nakað ber til, nú kreppan klórar og á leið 300 føroyingar hava mist arbeiðið. Kreppa ger tað sum kunn­ugt neyðugt at raðfesta á skyn­sam­asta hátt.

 Fyri framtíðarlistina er tað av størri týdningi enn flott­ir bygningar, at ungdómur okkara fær høvi til at nema sær listar­liga undirvísing her á landi, ið fyri­reikar tey til kunstakademi og líknandi. Sambært leiðaranum, Helga Fossadal, fer hann frá, tá hans­­ara starvsseta er komin at enda, og tað er hon í 2010. Talar Fossadal satt, og verður ein leiðari við fakligum førleika settur í Listasavninum til ta tíð, verður 2009 síðsta ár við lista­stríði, og er hetta so í øllum føru­m ein ítøkilig orsøk hjá mynd­lista­áhugaðum til at gleða seg.