Myndlistamaður gevur fløgu út

Janus á Húsagarði gevur í hesum døgum út fløgu við sínum egnu løgum.

Janus á Húsagarði gevur í hesum døgum út fløgu við sínum egnu løgum, og í hesum sambandi stendur nú ein framførsla á Reinsarínum á skránni.

 

Janus er havnarmaður, og kendur fyri sína myndlist og sínar bøkur, men hann er eisini tónleikari, hann spælir gittar, mandolin og syngur. Hann hevur javnan verið á hoyra í Irish pub, har hansara íblástur úr írskum fólkatónleiki riggar so ómetaliga væl.

 

Janus spælir aukustiskan, írskt íblástan fólka- og rokktónleik, og hevur seinastu árini skriva tónleik, ið nú kemur út á fløgu.

 

Framførslan við Janus á Húsagarði er í Reinsarínum kl. 21.00 mikukvøldið, upplagt er fyrst at fara til Open Stage / Open Mic tiltakið í Reinsarínum við Holgari Jacobsen og MonkeyRat og síðani fara á konsert við Janusi.​