Myndlistamaðurin William Heinesen á Mentanarnáttini

Myndlistina hjá heiðursborgaranum Williami hevur Bárður Jákupsson savnað seinasta árið í eina stórbæra bók.

Alla myndlistina hjá heiðursborgaranum Williami hevur Bárður Jákupsson savnað seinasta árið í eina sjaldsama stórbæra bók. Hetta stórverkið verður lagt fram á Reinsarínum mentanarnáttina kl. 20. Ímillum framløgupartarnar spælir BUDAM ( Búi Dam, Dánjal á Neystabø og Per I. Højgaard)

Hetta kvøldið fara vit á eina hugvekjandi og skemtingarsama ferð saman við Bárði gjøgnum myndlistina hjá William, frá tí at hann var heilt ungur, til hann á ellisárum legði frá sær. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar kommunu, fer eisini at hugleiða um heiðurs- og heimsborgarin William. Og so verður kvøldið kryddað við sniðfundigu tónunum hjá Budam.

Skrá:

20:00 Vælkoma

20:10 Heiðursborgarin og heimsborgarin – Helena Dam á Neystabø

20:20 BUDAM

20:30 Um myndlistamannin William Heinesen I – Bárður Jákupsson

 

20:50 Steðgur

 

21:10 Um myndlistamannin William Heinesen II – Bárður Jákupsson

21:30 BUDAM