Myndlist og angist

Herfyri var eg til framsýning hjá Ingálvi av Reyni. Málningarnir hjá honum nema meg á ein heilt serigan hátt. Teir vekja angist í mær.

Ein kvinna, sum eitur Marilyn Ferguson, sigur nakað soleiðis: Ótti er ein spurningur. Hvørjum ert tú bangin fyri og hví? Ótti er eitt skattkamar til sjálvrannsakan.

Tí henda yrking:

 

Løriftið


fær skjálvtan

at krúpa

niður eftir bakinum


sum ófrættaboð


hóttir múrin

laðaður

innanífrá


myndar svarið


krógvað

áðrenn spurningur var orðaður


sálin brýtur út


av heimleysum ótta


*


eg varnist styrki

gróðursetta í iva


eg varnist lív

kveikt av deyða


lat fara


so fæst


Jóngerð Poulsen