Myndirnar tala sítt mál

Hanni Bjartalíð, sum er staddur í Finnlandi, fekk Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri at myndprýða barnabøkur Grundgevingin hjá dómsnevndini er soljóðandi:

Myndprýðarin og teknarin Hanni Bjartalíð hevur í mong ár verið sjónligur í føroyskum barnabókum við sínum sermerktu, sigandi og berandi søgumyndum.

Í bókunum ?Hvør fjalir seg í postkassanum?? og ?Hvør fjalir seg í ferðataskuni?? skarar listamaðurin Hanni Bjartalíð framúr. Hann skapar saman við søguskrivaranum eina hendingaríka og merkisverda søgu, har sterku og litríku tekningarnar lyfta góðu søgugongdina upp á eitt hægri stig.

Hanni Bjartalíð dugir hendinga væl einfalda, barnakenda myndagerð. Samstarv og samsvar millum høvund og teknara er fyrimyndarligt. Eyðsýndar smálutir, ið tekkjast smáum sum stórum, megnar Hanni við listarligum strokum at fáa fram til lesaran og eygleiðaran.