Myndirnar kunnu avgera søguna

Í mun til kynstrið at gera útvarp, so hevur Suni Merkistein sannað, at í sjónvarpsframleiðslu hava myndirnar sera stóran týdning.

- Vit hava havt dømi um, at myndirnar hava givið okkum søgur ella hættir at siga søgurnar uppá. Onkra tíð er Hans Petur komin við onkrari mynd ella onkrum sjónbandabroti, sum er somikið gott, at tað bara skal brúkast. Tá kann ein heil søga byggjast uppá hetta, ella eisini kann eg nýta hetta í mínum frásagnum.
- Gott dømi um hetta eru sendingarnar, sum vórðu gjørdar um 80’ini. Tá eru vit brádliga í teirri støðu, at ein rúgva av myndatilfari er klárt, og har brúktu vit hetta sum eina tíðarlýsing, sum við støði í náttarlívinum og eisini politiska lívinum kundi lýsa tær rembingar, sum vóru innan tónleikaheimin.
- Annað dømi er frásøgnin um Vestmenn, har vit á staðnum komu eftir, at allir hornasteinarnir í bólkinum vóru grannar sum smádreingir. Tá var Hans Petur skjótur at seta teir á hvør sín trappustein og síðani panorera við myndatólinum, sigur Suni Merkistein.
Hann viðgongur tó samstundis, at tað tíverri eisini finnast dømi, har søgur eru sleptar, tí neyðuga myndatilfarið ikki er tøkt.
- Vit hava havt okkurt dømi, har eg havi roynt at hildið fast um hugskot, men har Hans Petur hevur staðfest, at vit ikki eiga myndir, sum kunnu bera frásøgnina. Tað er er sjálvandi minni hugaligt, men í slíkum framleiðslum vil tað væl altíð verða soleiðis, at tú onkra tíð mást gera nøkur kompromis.