Myndir: Yvir 100 campingvognar í Klaksvík

Eitt økjandi tal av teimum, sum fara á festival, velja at sova og búgva í campingvogni yvir vikuskiftið. Á útfyllingini í Klaksvík standa í hesum døgum einir 150 campingvognar við fleiri hundrað festivalgestum.

 

Einir 300 campingvognar eru í landinum, so talan er um helvtina av øllum campingvognunum í Føroyum, sum ikki er heilt lítið.

 

Nógv regn hevur verið í dag, so tað var ikki nógv lív í á økinum. Flestu fólkini hava ivaleyst sitið inni í sínum vogni og hugnað sær. Tó vóru nøkur, sum gingu uttanfyri ávegis onkustaðni.

 

Síggj her nakrar myndir frá campingplássinum í Klaksvík.