Í gjárkvøldið varð skipað fyri tiltakinum Vetrarljós í Havn, og nógv fólk høvdu leitað sær oman í miðbýin hetta kvøldið. Endamálið við tiltakinum er at fáa meira lív í miðbýin um veturin, og hetta varð gjørt við ljósinstallatiónum, tónleiki, upplestri, filmi og øðrum tiltøkum. Tað gekk væl, tí í fleiri førum var so nógv fólk møtt upp til ávís tiltøk, at har ikki var pláss fyri fleiri fólkum.
Tey, ið vóru í miðbýnum í gjárkvøldið, løgdu ivaleyst merki til litføgru ljósinstallatiónirnar. Listamaðurin Brandur Patursson hevði m.a. tríggjar ljósinstallatiónir í miðbýnum.
Vetrarljós byrjaði, tí mann metti, at tað manglaðu tiltøk í vetrarhálvuni. Tí sá Vetrarljós dagsins ljós við íblástri úr Reykjavík í Íslandi, har líknandi tiltak er hvønn vetur. Tað er VisitTórshavn, sum samskipar tiltakið í samstarvi við Tórshavnar Kommunu og ymsar aktørar í býnum.
Niðan fyri eru myndir frá Vetrarljós 2019.