Ebenezer og Frelsunar Herurin eru tveir andaligir felagsskapir, sum altíð eiga sín stóra part av ólavsøkuni. Frelsunar Herurin við sínum eyðkenda og hugnaliga horn- og trummuleiki plaga at halda til niðri við Gamla Bókhandil, meðan Ebenezer við sínum vakra kórsangi syngja og tala á Ebenezertrappuni.
Útimøtið hjá Ebenezer byrjaði klokkan 21 og vardi í ein tíma. Tá møtið var liðugt, varð bjóðað inn í Ebenezer til ein drekkamunn.
Fleiri fólk vóru savnað við Handilskjarnan og oman framvið springvatninum at lýða á, tá talað og sungið varð. Á skránni var felagssangur, sersangur og talur, har millum annað Einar Vang úr Havn talaði. Ebenezerkórið sang eisini nakrar sangir.
Síggj her myndir av fólki, sum vóru til útimøtið.