Myndir úr Turkalandi: Niðurteljingin er byrjað

Håkan Ericson leggur í løtuni seinastu brikkarnar upp á pláss, undan dystinum móti Turkalandi. Fríggjakvøldið vandi landsliðið á sjálvum vøllinum, har dysturin verður leygarkvøldið klokkan 19:45

Mynd: (Hans Erik Danielsen) Meinhard E. Olsen fekk ein snudd til venjing

Håkan Ericson leggur í løtuni seinastu brikkarnar upp á pláss, undan dystinum móti Turkalandi. Fríggjakvøldið vandi landsliðið á sjálvum vøllinum, har dysturin verður leygarkvøldið klokkan 19:45, skrivar fsf.fo.

 

Tað er ein stór avbjóðing, ið bíðar føroyska landsliðnum leygarkvøldið, tá Turkaland tekur ímóti á Başakşehir Fatih Terim Stadion í Istanbul. Talan er um fyrsta dyst í UEFA Nations League 2022/2023 kappingini.

 

Hini bæði londini í bólkinum eru Luksemborg og Litava. Týsdagin 7. juni spæla Føroyar og Luksemborg á Tórsvølli, og leygardagin 11. juni koma litavar á vitjan.

 

Føroyar og Turkaland hava einaferð áður dystast í A-landsliðshøpi hjá monnum. Tað var tann 16. juli í 1991 á Ovara vølli í Gundadali í Havn. Eftir málleysan fyrra hálvleik, legði Todi Jónsson Føroyar á odda stutt eftir steðgin. Úrslitið gjørdist tó javnleikur 1-1.

 

Tað er heitt í Turkalandi í hesum døgum. Hitalagið liggur um eini 25-30 stig um dagin, og eini 20-25 um kvøldið. Men føroyska liðið hevur fyrireikað seg væl, og allir mans í hópinum eru væl fyri.

 

Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er Turkaland nummar 43, meðan Føroyar eru nummar 124. Dysturin leygarkvøldið byrjar klokkan 21:45 lokala tíð, sum er klokkan 19:45 í føroyum.

 

##ms##

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen) Meinhard E. Olsen fekk ein snudd til venjing